Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hin signaða dag vit síggja fró (nr 1)

1. Hin signaða dag vit síggja fró
úr havinum upp at stíga,
hann hækkast á himli, og hvør tjóð
seg gleðir við ljósið blíða;
tað kennist á okkum, ljósins børn,
at náttin man burtur glíða.
  
2. Hin sælasta stund, hin miðja nátt,
tá Krist seg í heim læt bera,
tá klárnaði upp í eystri hátt,
so gylt mundi glæman vera;
tá ljósið upp rann, sum jarðarknøtt
skal glitrandi bjartan gera.
  
3. Um livandi varð hvør urt í verð
og kundi við tungum røða,
tær orkaðu ei Guds náðar gerð
nóg virðisligt út at kvøða,
tí ævigt nú skínur lívsins ljós,
sum sjúkastu sál kann grøða.
  
4. So takka vit Gudi hjartans glað
sum fuglur á ljósum degi,
tí hann okkum gav tann gylta dag
og vakti upp lív við megi,
hin signaða dag í Jesu navn,
sum gevur Guds børnum gleði.

5.  Nú signaður dagur góður líð
við geislandi sólarspæli,
hvør løta til Harrans heiður glíð
sum blíðmælta á í dali,
og songur til tøkk við frøi stíg
upp móti Guds ljósa sali.
  
6. Sum gull er hin væna morguntíð,
tá dagur av deyða rísur;
enn fjálgari bros á kvøldi blíð
hin rodnandi glæman vísir,
hvør følnaða kinn tá dæmi fær,
og gleði úr eygum lýsir.
  
7. So fara vit til várt fedraheim,
har dagur ei legst í dvala,
at búgva í borg við sælum gleim',
í glitrandi høllum spæla,
í frøi og frið um alla tíð
við vinir í ljósi tala.
  
  

            
Yrkjari: Nikolaj F. S. Grundtvig
Umsett: Mikkjal D. á Ryggi



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-