Lag: Eg sigla man yvir lívsins hav
E/G# A B E
1. Úr hesum heimi um alla tíð
E B
eitt lið mót lívinum gongur;
E/G# A G# C#m
her strítt tey hava hitt góða stríð,
B/F# F# B
og stríðast tí ikki longur.
B7 E/B
Tey háð og spott máttu mangan møta,
B7 E E/G#
og stundum sanna, at tung var gøta.
A F#m E/B B E
Men Jesus teimum styrki bar.•
2. Tey áttu einki i sjálvum sær,
tá tey av foldini fóru;
men alt, tey áttu, tað givið var,
tí rík í Gudi tey vóru.
Har synd ei longur kann tyngja sinnið,
tí tváað reint var hvørt syndaminni
í Himmiríkis brúdleypshøll.
3. Har turkað eru øll sorgartár,
sum her á ennunum runnu;
hvørt tár tað turkaði Faðir vár,
tá inn um portrið tey vunnu.
Har skríggj og deyði ei tyngja oyrað,
um sorg og pínslu tey aldri hoyra.
Tí sæl tey syngja sigurssong.
4. Ei syndin meira teim skaða ger,
ei neyð um ævigan deyða,
tí hon í Kristi øll strikað er
í offurblóðinum reyða.
Tað var tann trúgv, tey í hjarta bóru,
at tey í Kristusi frígjørd vóru.
Ti sæl tey syngja Lambsins song.
5. Í Lambsins blóði sum snjóhvít mjøll
er búni teirra nú tvigin.
Við Harrans trónu tey standa øll,
nú nátt um ævir er liðin.
Tey takkarsongi Guds Lambi bera,
sum teirra frelsari vildi vera.
Tann tøkkin ongan enda fær.••
Yrkjari: Petur Jacob Sigvardsen (2019)
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir