Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hin bjarta stjørnan, í eystri steig (nr 127)

1. Hin bjarta stjørnan, í eystri steig
Og leiðina vísti,
Birti í barmin vón og lýsti
Í heimsins myrkri leið.
Hin bjarta stjørnan lýsir fríð
Nú við boðum um jólatíð.

2. Hin bjarta stjørnan nú fyrstu ferð
Um frelsaran boðar.
Fátækur, ríkur, fróur skoðar
Eitt nýføtt barn í verð.
Hin bjarta stjørnan, undursjón,
Ber tí viknaða mót og vón.

3. Hin bjarta stjørnan á myrku nátt
Bar boð um eitt undur,
Lýsir við megi daprar stundir
Og gevur veikum mátt.
Hin bjarta stjørnan rein og fríð
Lýsir vegin um alla tíð.

4. Hin bjarta stjørnan nú minnir á,
At vit mugu lata
Alt tað, vit megna, veita bata
Til tann, í neyðum lá.
Hin bjarta stjørnan lýsir fríð
Nú við boðum um jólatíð.

            
Yrkjari: Svein Gundersen & Trygve Hoff
Umsett: Heri Tróndheim



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-