D A/C# G/B D/A
Himmalsins harpur tóna hátt,
G D/F# E7 A
Guds einglar streingirnar røra;
D A/C# G/B A/C# D
teir ljómandi fagurt jó - la - nátt
A F#m E7 A
til Betlehems-barnið oss føra.
A7 D/A G/A A D
Gleð teg, hvør barna sál og lund,
G/B E/G# A
nú jólaklokkurnar ringja;
D D/F# A
tí vetrarins rósa rann um stund,
D G A D
Guds prís vit við einglunum syngja!
2. Jól eru kærleikshátíð best,
tá frelsarin læt seg føða.
Tak himlanna drott til jólagest,
tú sál, ið varð sárað at bløða;
tey, ið sum børn seg kenna glað,
hann tvífalt gleði vil bera.
Syng, syndiga fold, eitt takkarlag,
hann vildi vár frelsari vera!
3. Songurin víða berst um lond,
har einglaskarin man flúgva,
tað lýsir um leið frá himnastrond
til okkum, á foldini búgva.
Betlehems bjarta stjørnusól
á jólanátt er upprunnin –
tí ljómar í hjørtum: gleðilig jól,
nú paradísleiðin er funnin!
Yrkjari: Jógvan Nolsøe
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir