E A E
1. Her koma, Jesus, tíni smá
E A B7 E
til tín í Betlehem at gá;
G# C#m F#m B G#m
upplýs tú okkum sál og sinn
F#m E A B E
at finna vegin til tín inn!
2. So glað vit skunda tær ímót
og kyssa dustið við tín fót;
o, stundin sæla, náttin klár,
tá tú vart føddur, drottur vár!
3. Vælkomin hátt frá himnasal'
til henda heimsins neyðardal,
hvar heimur tær ei annað beyð
enn fjós og krubbu, kross og deyð!
4. Men, Jesus, hvussu ber tað til,
so fáur gætur geva vil
tí hjartans kærleika hjá tær,
teg fró frá himli ørmum nær!
5. Tú okkum smáu drag til tín,
o, góði sálarvinur mín,
at fegin hvør av okkum svá
í trúnni fast teg fevna má!
6. Lat verøld ei við síni makt
meg vika burt frá dópsins pakt,
men gev, vár longsil allur má
til tín, til tín í heilum stá!
7. Tá skulu vit víst einaferð
við gleðirødd í hini verð
við halgum í Guds paradís
tær lova hátt á eingla vís.
8. Her standa vit í flokk' og rað
um teg, várt fagra hjartablað,
o, hjálp, at vit í himli tá
um trónu tína standa svá!½
Yrkjari: Brorson
Umsett: Emil Joensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir