1. Heimsins frelsari er her,
moyggin hann í armóð ber.
Allur heimur undrast á,
hví, tú Jesus, kemur svá.
2. Náðiundur Guds er tað,
Harrans andi ber í lag:
lívsins orð á hesi fold
verður blóð og mannahold.
3. Uttan synd hann borin er,
alla heimsins synd hann ber.
Gud og maður, tað er hann,
okkum øllum bjarga kann.
4. Gudi frá hann komin er,
heim til Guds so leiðin ber.
Niður fór til helheims lond,
er nú við Guds høgru hond.
5. Tú, sum ert Guds faðirs mynd,
sigur vanst á hvørji synd,
kom við guddómsveldi brátt,
styrk oss dag og døkka nátt.
6. Klárt tín krubba skína kann,
ljósið nýtt í niðu rann,
neyð og nátt tú burtur bar,
trúgvin altíð ljósið sær.
7. Lov og tøkk, o, Harri kær,
sum í heimin ljósið bar,
faðir góður, ond so blíð,
lov og tøkk um alla tíð.
Yrkjari: Ambrosius. Martin Luther 1524. Bernt Støylen 1906
Umsett: Edm. Í Garði
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir