Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Heilur, tú, sum øllum ræður

    F      F/A            Bb
1. Heilur, tú, sum øllum ræður, 
  Gm               C
Frelsari og millummaður. 
 A           Dm     
Heimurin at tær vil søkja, 
 C/E         F  
fegin tó eg vil meg krøkja 
 Bb     Gm        C     F
til tín kross og fylgja tær. 

2. Hvat sást tú í Himmalhøllum 
tó í mær og okkum øllum, 
at tú fórt av ljósins hæddum, 
birtir vón í sálum ræddum, 
komst at geva okkum lív? 

3. Men mítt hjarta, treiskt og tregið, 
mangan køvir mína megi. 
Lítið gott í mær man vera, 
hvat kann eg tær, Harri, bera 
aftur fyri kærleik tín? 

4. Tú, sum lívið hevur givið, 
gev, at eg av sonnum livi, 
so tú fyllir sál og sinni, 
ert í huga og í minni 
lív mítt alt og longsil mín. 

5. Men sum blóman má eg følna, 
hond og hjarta skulu kólna. 
Tó, um dagar munnu fækka, 
deyðan skal eg ikki smakka, 
tú tókst mína syndaskuld. 

6. Krossins boðskapi eg trúgvi. 
Takk, at skjótt hjá tær eg búgvi! 
Halt mær, tá tað fer at skýma, 
teska í tí síðsta tíma: 
Leiðin ber til Paradís!

            
Yrkjari: Nikolai Frederik, Severin Grundtvig
Umsett: Øssur Berghamar



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-