Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Heilagt ljóð oss legg á tungu (nr 39)

1. Heilagt ljóð oss legg á tungu;
himlafaðir, lær tey ungu
rætt at takka tær,
syngjandi tín prís við megi,
sáandi títt orð við gleði
her og víða hvar.

2. Himmals einglaherar glaðir
syngja lov tær, ljósins faðir,
øldir eftir øld;
latum sálmasong vár ljóða
upp frá jørð mót Gudi góða
árla dags og kvøld.

            
Yrkjari: Nikolaj F. S. Grundtvig
Umsett: Mikkjal D. á Ryggi (leysliga)



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-