1. Heilagi andi, í bøn vit nú níga,
kom tú og fyll hetta húsið í dag;
samlyntar bønir frá brøðrum lat stíga
upp til Guds trónu í himmalsins stað!
Vek upp úr svøvni tað sovandi hjarta,
bræð tú ta glerstoyttu, stirnaðu sál;
reinsa og upplýs tað náttmyrkrið svarta,
vís okkum heilaga mið títt og mál!
2. Kom sum í forðum við frelsandi veldi,
– livandi orð verði tvíeggjað svørð;
halt okkum nær at tí heilaga eldi,
at brátt tín akur má búnast á jørð!
Bíbl'innar sannleika birt oss í barmi,
lær oss títt lýdni, og veg okkum vís;
Sjálvt um hann ber móti krossi og harmi,
fegin vit fylgja, tú leið okkum lýs!
3. Heilagi andi, rek ivan úr sinni,
tak allan ótta og vantrúnna við,
tak alla forðan í sálini inni,
úthell Guds náði, hans kærleik' og frið!
Heilagi andi, tú einans kanst veita
ivandi syndarum frelsandi trúgv;
bønandi, biðjandi til tín vit leita:
frels oss, o, faðir, fest í okkum búgv!
Yrkjari: Petur J. Sigvardsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir