C G
»Harrin hjálpir«, – Dávid syngur,
Dm G C
eg tað sama syngja vil,
G
tá úr øllum heimsins ættum
C
fíggindarnir søkja til.
F C
:,: Harrin hjálpir, :,:
F G D
eg tað sama syngja vil.
2. Harrin hjálpir allar dagar
bæði gjøgnum stórt og smátt,
hugsar ei um syndir mínar,
hugsar bert um grið og sátt.
:,: Harrin hjálpir, :,:
bæði gjøgnum stórt og smátt.
3. Harrin hjálpir øllum, øllum
teim, sum líta á hans navn,
elskar meira enn ein móðir,
tekur fólk sítt í sín favn.
:,: Harrin hjálpir, :,:
teim, sum líta á hans navn.
4. Harrin hjálpir, hoyr, mítt hjarta,
er tað ei at frøast við?
Hann tær veitir gleði bjarta,
stillar sorg og gevur frið!
:,: Harrin hjálpir, :,:
er tað ei at frøast við?
5. Harrin hjálpir mær til endans,
gjøgnum deyðans skuggadal,
yvir Jordans á hann ber meg
heim í lambsins brúdleypssal.
:,: Harrin hjálpir, :,:
gjøgnum deyðans skuggadal.
Yrkjari: Carl G. Boberg.
Umsett: Jacob Dahl.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir