Bm Em7 Em7/A A7 D
1. Harri, til tín kann eg koma, lata meg upp fyri tær,
Bm Bm/A G#m7 C#7
langt, langt burtur tú vilt meg tó síggja,
F#7 Bm
tú veitst hvørja hugsan hjá mær.
Em7 A7 Dmaj7 Bm7
Men um enn tú sær hvørt eitt brekið hjá mær,
Gmaj7 C#7 F#7
kann eg koma, júst sum eg eri nú.
B7 Em7 D
Øll tín tala er sonn, og tí sigur tú:
Bm C#7 F#7 Bm
Kom! Eg hjá tær finni gleði í trú.
2. Harri, tær alt eg kann fáa,
ið tyngir mítt veika sinn',
mína neyð tú vilt til tína gera
og bera. Um hetta meg minn.
Skuld mína tú tók, tá við krossi tú ók
út á Golgata og har deyðan vann.
Á, eg biði, at tú letur meg kenna nú
vilja tín, at eg tæna tær kann.
3. Harri, til mín tú vilt koma,
tá her mítt lív enda fær.
Ja, eg tá til tín Himmal vil vinna
og millum øll frelst liva har.
So tryggur í trú, at meg bønanna brú
vísir leið hagar, sum í dýrd tú ert.
Men størst gleði mín er, at tín kærleiki ber,
og í góðsku tú her alt mær gert.
Yrkjari: Christer Hultgren
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir