1. Harri, savna mannfjøld alla
um títt dýra náðarborð,
lat sum regn av himni falla
á várt hjarta lívsins orð.
Okkum nem við tínum anda,
kynd á fold tín eld at branda,
metta fátæk, sum her standa,
Harri, um títt ríka borð.
2. Lær tú okkum væl at goyma
orðið tað, ið givið er.
Ljósið bjarta lat tú floyma
á tann veg, sum til tín ber.
Ger tú sál og lund so stilla,
at ei syndin megnar villa,
harri, so vit ikki spilla
náðardag, ið komin er.
3. Latið ei av hondum støkka
tíðina, sum Harrin gav.
Brátt kann náðarsólin søkka,
tá er frelsuskeiðið av.
Hjálp tú okkum, Gud, at hoyra,
so vit burtur teg ei koyra,
opna tú várt sálaroyra,
varnast bønum foldum av.
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Suni F. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir