D A/C# G/B D G A# D
1. Har tað nýggja lívið livir, har ein vegur altíð er,
C G F#7 Gmaj7 Em7 C#m7
gjøgnum forðingar og grindir slóð av Kristi framá ber.
F# Bm G A F#m7
Hvar hon gongur, tað veit eingin, allastaðni spor tú fann,
Bm7 Em7 A D C#m7
við øllum heiminum sum mið víst eingin villast kann.
F#7 Bm G A F#m7
Hvar hon gongur, tað veit eingin, allastaðni spor tú fann,
Bm7 Em7 A G A D
við øllum heiminum sum mið víst eingin villast kann.
2. Sjálvt um landslagið kann skifta
millum skursl og reyn og hógv,
er tó sákornið hitt sama,
um enn ymiskt eru plógv.
:/:Tann, sum er eitt ljós í heimi, tann,
sum kallast heimsins salt,
vil vera mannafiskari,
ber boð um landiðalt.:/:
3. Eins og Pætur og Jóhannes
og Maria gjørdu, tá
tey út gleði sína býttu,
vit frá hurð til hurð nú gá.
:/: Og tá Orðsins lykil letur
upp stongda hjartagrind,
eitt fet til viks vit fara, so
at Jesus sleppur inn. :/:
4. Har tað nýggja lívið livir,
har má plantan seta fræ,
Jesus sjálvur var hitt fyrsta
og lat lív á krossins træ.
:/: Tað er hann, sum hevur lívið,
og vit honum hoyra til,
við Jesusi sum hirða vit
ei villast nakað bil. :/:
Yrkjari: Vidar Kristensen
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir