Sangir og akkordir

858 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hann á krossinum aleina (nr 140)

1. Hann á krossinum aleina
uggan mín og frelsa er;
eingin sum Guds lambið reina
mær alt til tað besta ger.
Og so góður er við meg,
tolin gongur tyngsta veg;
ikki um alt jarðarríkið
er at finna hansar líki.

2. Vinur hjartalag kann sýna,
veita hjálp í neyð og ráð;
kærleiki kann bjartur skína,
kann sjálvt lívið leggja á;
men hvar finnur tú tann mann,
sum so trúfast elska kann,
at hann fyri teir vil líða,
honum mót í hatri stríða?

3. Hann á krossinum aleina,
manna millum eina hann,
lambið Guds, hitt góða, reina,
vin og óvin fevna kann;
hann vil ongan koyra út,
sum sær kennir synd og sút;
Komið øll! hann sigur blíður,
stríðir, bløðir, sælu býður.

4. Sólin, sum á himni lýsir
yvir ill og yvir góð,
bert sum einum dropa hýsir
av hans djúpu kærleiks flóð.
Mánin, sum á himni sær,
so at nátt gerst ljós og skær,
bert kann líknast við ein skugga
av hans kærleiks fjálga ugga.

5. Hann á krossinum aleina
øll mín vón og gleði er;
hvat so aðrir vilja meina,
hann hjá mær av øllum ber.
Eingin tann, ið nevnast kann,
gjørdi mær so stórt sum hann:
Hann kann meg við Gud sameina,
hann á krossinum aleina.

            
Yrkjari: Johan L. Runeberg
Umsett: Jacob Dahl



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-