Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hann tekur ei gleðina frá tær (Nr. 717)

F                C
Hann tekur ei gleðina frá tær,
     C7                 F
tann Jesus, ið kallar á teg.
                 F7        Bb Bbm
Bert tá kanst av sonnum tú liva,
   F             C7       F
um hann kann tær fylgja á veg.

Tú hoyrir tær dárandi røddir,
ið lova tær glintur og gleim,
men eingin ber ljós yvir vegin
sum hann, ið bar kærleik í heim

Hann hjálpir í brattastu liðum
og styðjar, um gøtan er hál,
Hann signar tær sólfyltu fløtur
og leiðir teg sjálvur á mál

Hann førir teg frelstan um fjørðin,
heilt inn á ta himmalsku strond,
og fjalist tín bátur í brotum,
hann rættir tær bjargandi hond.

Hann tekur ei gleðina frá tær,
Hann gyllir tær gleði og sorg
Og letur upp ljósastu salir
Til høgtíð í himmalsins borg.

            
Yrkjari: Trygve Bjerkrheim
Umsett: Edmund í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-