F Dm Gm C Am7 Dm7 Gm C7 F
1. Halleluja! Syng um Jesus, hann, sum kongastavin ber.
F Dm Gm C Am7 Dm7 Gm C7 F
Halleluja! Hans er valdið, eina hann kann sigra her.
Am7 Dm7 Gm7 C7 Am7 Dm Gm7 C
Hoyr, frá Sion songur dynjar, dunar, sum eitt fossaljóð:
Am D Gm C/E F C C7/B F/A B D/A Gm F/A Bmaj7 C7 F
Jesus foldar børn, ið stynja, endurføddi við sínum blóð'.
2. Halleluja, eingin eina her skal hjálparleysur gá,
halleluja, vit frá Jesus' lívsins ljós og trúnna fá.
Sjálvt um skýggini hann fjaldu, so hann eingin longur sá,
vita vit, hann eigur valdið, og hann ei fer okkum frá.
3. Halleluja, tú, sum bjóðar syndarum til borðs við tær,
halleluja, rúm tú hevur fyri øllum - fyri mær.
Tú í forbøn upp vil leita farna barnið dag og nátt,
Faðir vár vil náði veita, so at tað fær trúarmátt.
4. Halleluja, Kongur konga, vent til tín várt eyga er.
Halleluja, kvinnuborin, alla dýrd Guds tó tú ber.
Kærleikin fann frelsuráðið, broytti okkar' livikor,
stórt tað er, tá tú í náði leiðir okkum í títt spor.
Yrkjari: W. Chatterton Dix
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir