Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Halgur, halgur, halgur! (nr. 36)

C       Am      G   C    F            C
Halgur, halgur, halgur! Harri, Gud alvaldi!
G/B       Am Em      G/D    D7    G
Árl- a á morgni vár songur ljóða skal:
C               F G   C    F           C
Halgur, halgur, halgur! Náðibrunnur baldi!
Am     C/G    F  C/E Dm      G7     C
Faðir, sonur, andi, alt tú gjørdi væl!

2. Halgur, halgur, halgur! syngur frelstur skari,
fylkist um Guds trónu tann fjøldin uttan tal.
Upp til tín av foldum lovsongur nú fari,
tú, sum vart og ert og um ævir verða skal!

3. Halgur, halgur, halgur! Ljósið er títt ríki,
sjálvt um syndugt eyga kann tína dýrd ei sjá.
Eina tú ert halgur, eingin er tín líki,
fullkomin í mátti, reinleika og náð!

Millumspæl
Bb C Bb C

C
Eg nígi niður, kongur konga
                 Am
Heilagt er títt navn, eingin sum tú
 Dm        G       Dm        G
Fullkomin máttur, Gud mín í ævir
 Dm        G            C
Tú vart og ert og verða skal

4. Halgur, halgur, halgur! Harri, Gud alvaldi!
Himmal, jørð og hav skulu prísa navn títt hátt.
Halgur, halgur, halgur! Náðibrunnur baldi!
Faðir, sonur, andi, eigur allan mátt!

Við ásjón tína, kongur konga
Heilagt er títt navn, eingin sum tú
Fullkomin máttur, Gud mín í ævir
Tú vart og ert og verða skal

            
Yrkjari: Reginald Heber
Umsett: Edm. í Garði. (Marjun N. Petersen umsett niðurlag)



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-