G Am
1. Góði Jesus, opna nú mítt hjarta,
D G
lat meg stillan hoyra tína rødd;
C G
rek nú út mítt syndamyrkur svarta,
D G
sig mær, at mín sál skal verða grødd!
2. Góði Jesus, fullvæl tú meg kennir,
veit, hví eg nú leiti á tín fund,
send mær tað, ið stimbrar meg og mennir,
sig mær greitt, at enn er náðistund!
3. Frelsari, eg veit, tú á meg kallar,
o, eg veit, tú teskar: kom í dag!
Fyrigev mær mínar syndir allar,
nú eg boyggi meg við krossins træ!
4. Takk, o, Jesus, fyri frelsu tína.
Takk, eg veit, tú doyði fyri meg!
Takk, tú borið hevur byrðu mína.
Jesus, lær meg altíð elska teg!
5. Takk, o, faðir, at eg tori trúgva,
tá ið sólin setir síðstu ferð,
at eg komi heim til tín at búgva.
Sæla vón: tað móti Himni ber!
Umsett: Petur J. Sigvardsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir