G
Guds orð meg uggar
í hvørjum vanda.
D
Guds lyfti standa
G
sum fjallabarmur.
Um vónir víkja,
og vinir svíkja,
D G
Guds lyfti svitast mær ei!
C
Guds lyfti halda,
G
hvat enn eg lissi, –
D
um alt eg missi,
G
tey svitast ei.
C
Um stjørnuherur
G
enn oyddur verður,
D G
Guds lyfti svitast aldri, nei!
2. Guds orð meg uggar
á neyðardegi,
tá ið mín megi
ei meira munar.
Tá ið eg nígi
í harða stríði,
Guds lyfti svitast mær ei!
3. Guds orð meg uggar
tað síðsta bilið,
eg eigi skilið
á hesum foldum.
Og lat so skýma
í deyðans tíma,
Guds lyfti svitast mær ei!
4. Guds orð meg gleðir
tann dag, Gud kallar
meg heim til hallar
úr deyðans blundi.
Av einglaheri
eg krýndur verði!
Guds lyfti svitast mær ei!
Yrkjari: Joh. Holmstrand
Umsett: Johannes Andreas Næs
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir