Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Guds kirkjulið

  D      Bm    A  D/F# G      D/F#  A7/E D
1. Guds kirkjulið er foldar størsta undur!
G Em     D Bm A/C#  D      A   E7/B
Ímeðan heimur allur undir fer,
A/C# D       A  F#m  Bm D/C#  E7 F#m
er Krist hin sami alla tíð og ævi,
E   C#m  Bm A    D     E      A  G/B
og ríki hans á kletti grundað er.
A/C# A   D  Am/G B    B/A   Em/G E7/G#
Ímeðan heimsins ríki koma, fara,
A    A/G  D/F# D7 Em/G   Asus A  D
mót fullbúning í kirkju hans tað ber.

2. So kemur dagur, tá alt hat skal hvørva,
sum vársins lýkka bræðir vetrargler.
Tá fellur Sátans vald, tá skal hann lúta
og Kristi hermenn enda sigurferð.
Í fagnaði teir heysta tað, teir sáddu,
og sælir síggja Jesus, sum hann er.

3. O sæla vón, o sanna, fasta lyfti
frá honum, sum hin sami er og var.
Er náttin long, er stríðið fult av meldri
- sum morgunstjørnu lyfti hans tú sær.
Tað er Guds orð: Tú trongdir her skalt hava,
men stríð við treysti, - koma mín er nær!

            
Yrkjari: Roland Fangen
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-