D
1. Guds kærleiki er størri, hægri,
A7 D
enn pennur, tunga tolka kann.
D
Sjálvt hægsta stjørna gongur lægri,
A7
og heilt til heljar røkkur hann.
G D
Hin falna mann, hann aftur vann
A7 D
Guds Sonar blóði við.
G D
Tað barn, sum gleið á syndaleið,
A7 D
hann reisti og gav frið.
G D
Guds kærleiki, so ríkur, skærur.
A7 D G
Ei ævin verður ov long, Guds kærleika,
D A7 D
sum ævigt varir, at bera fagnaðarsong.
2. Tá alt er svunnið - sól til viða
er farin sína síðstu ferð,
og tann, sum her ei vildi biðja
til fjøll og heyggjar neyð'róp ber,
tá varir við Guds kærleiki, ómetandi í hædd.
Hin droyralind burt synd, og gleðir mansbørn rædd.
3. Varð broytt til blekk hvørt hav á foldum
og loftið alt til pergament,
til penn hvørt strá, ið vaks úr moldum,
og skrivikynstur øllum kent:
Guds kærleika at siga frá uppturkaði hvørt hav,
frá brún til brún ei nóg nógv rúm alt himnahválvið gav.
Yrkjari: F.M. Lehman
Umsett: Petur Háberg
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir