Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Guds kærleiki er nógv, nógv størri (nr. 27)

C 	
Guds kærleiki er nógv, nógv størri
         G          C
enn mannatunga mæla kann.
     F      C
Høgt upp um himins ytstu stjørnur
           F6      G7     C
og djúpt í helheim røkkur hann.
              F
Mítt fall var stórt,
              C
men hann fekk gjørt,
         Dm7    C
at Jesus ofraði seg.
              F
Hann fekk mín fót
          C
úr Sátans nót,
         Dm7  G7   C
tá Jesus leið fyri meg.
                            F           C/G
		Guds kærleiki, tú ríki, stóri,
		            G7/D    C
		tín hædd og dýpd og longd.
                           F           Em
		Tær prísar ævigt einglakórið
                           Dm7  G7  C
		og øll hin frelsta mongd.

	2. Tá heimur her av elli endar,
og stjørnur snarast burt av veg.
Tá tann, ið sær frá Gudi vendi,
skal biðja heyggjar fjala seg. 1)
Guds kærleiki
skal vara við,
um dvína tindar og fjøll.
Hann fevnir alt,
og frelsan galt
við Jesu krossdeyða øll.
	3. Um havið alt varð fylt við blekki,
og skrivitól var hvørt eitt strá.
Og himnahválvið runt, alt strekkið,
var pergament at skriva á.
Tað fylti ei
bert minsta teig,
ið skrivast kundi um hann.
Ov lítið gav
tað tømda hav.
Tað blekk ei skriva alt kann.

            
Yrkjari: F. M. Lehman.
Umsett: Suni F. Jacobsen.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-