1. Guds endurføddu, nýlivnaðu sálir,
Harranum fagnið við sangi og hógv!
Harrans nýskapningar, sum fingu málið,
kunnu hans lovsang ei syngja nóg nógv,
latið tí okkum ta kapping nú vera,
hvør ið kann glaðast Guds náði kunngera!
Halleluja, halleluja!
2. Óndir vit vóru og deyðir sum steinar,
kaldir sum marmari, harðir sum stál,
tað var tín fjallsterka styrki, sum eina
bjargaði okkum og náddi sítt mál,
læt okkum andan í orðinum bera
frelsarans rødd, sum kann livandi gera.
Halleluja, halleluja!
3. Tá ið vit minnast, hvat Gud okkum heitti,
tá ið hans merki á okkum varð rist,
tá hann oss lívið í Jesusi veitti,
skrýddi oss falnu til brúður hjá Krist',
at okkum óndu hann elskar úr máti,
mugu vit blotna í kærleikans gráti.
Halleluja, halleluja!
4. Hvør vil nú Harrans útvaldu ákæra?
Gud okkum rættvís í Kristusi ger!
Her kennist signingar dýrdin hin skæra,
her er Guds náði, til himmals tað ber;
trúgvin vann sigur á ræðslunnar veldi,
fekk undir krossi av lívsvónar keldu.
Halleluja, halleluja!
5. Aldri kom einglunum slíkt fyri oyra,
hvør nú so fróur Guds hørpurnar sló;
tað var hjá teimum slík sæla at hoyra,
himnanna herlið tí svaraðu fró:
Amen, halleluja! Stríðið er vunnið,
hirðin sítt burtvilsta lamb hevur funnið!
Halleluja, halleluja!
6. Upp tí, tit trúgvandi, Harrans útvaldu,
lærið at kenna Guds kærleikabarm!
Jesusar brøður og systrar, tit baldu,
fastari krøkist í faðirsins arm,
takkandi fallið tit honum til føtur,
tykkum hann valdi til synir og døtur!
Halleluja, halleluja!
Yrkjari: Hans A. Brorson
Umsett: Rólant Lenvig
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir