1. Gud vár faðir, vit her finnst
nú og biðja hjálp frá tær,
biðja tú vilt okkum minnast,
og at tú til okkum sær,
send í nánd 
tína ond,
før alt væl við tíni hond.
2. Lat tín anda okkum minna
um til frelsaran at gá,
tí har náði er at finna,
um vit trygt hann líta á.
Fyri tann 
Jesus vann
friðin, sum bert trýr á hann.
3. Frið og sælu hvør ein vinnur,
sum í trúgv til Jesus fer,
og hann tá at sanna finnur,
hvat eitt lív í honum er.
Bið í dag,
ger nú tað,
Jesus tá fær alt í lag.
            
            
                
                Yrkjari: Adrian Johansen
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir