1. Gud, tín góðska er stór,
eg ei so til tín fór,
at tú tómhentan burtur meg koyrdi;
um mær gagnligt tað var,
sum eg bøn um frambar,
fegin gavst tú og bøn mína hoyrdi.
2. Fegin hoyrir tú hann,
sum í trúgv til tín fann
og vil geva seg undir tín vilja;
hvat ið gagnligt oss er,
tína alvísu gerð,
duga vit mangan ikki at skilja.
3. Tykist torfør mín leið,
Gud, tú svíkur meg ei,
lær meg trygt altíð á teg at líta;
dimmir náttin um meg,
ger tú ljósan mín veg,
lat ei nakað meg burt frá tær slíta.
4. Verði vilji tín bert,
tí tú alvísur ert
og algóður mót menniskjum øllum;
hjartans trá tín jú er,
at hvør menniskja her
lendir bjargað í himmalsins høllum.
Yrkjari: Hans M. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir