Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Gud kallaði í forðum (608)

     G         C
Gud kallaði í forðum,
      G            D	
hann kallar enn í dag,
    G             C
at fara við hans orðum,
    G         D    G
tað er hans hjartalag.
      D          G
Hann kallaði profetar,
  Am       C6   G/D   D
ápostlar, fiskimenn.
      G               C
Hvør metast kann við hesar?
    G       D     G
Tó kallið ljóðar enn.

2. So mong, so mong enn liva,
sum ikki kenna Gud,
í vantrúgv, synd og iva
ei kenna góða lut;
teim tørvar orð og vitnir,
sum vísa himlaveg,
um fingrar gerast skitnir,
ei mugu spara seg.

3. Eg tæna má við gleði
júst her, eg livi nú.
Eg kenna skal hans megi,
í veikum tekur búð.
Ja, Jesus gleði føðir,
á vørrum vitnisburð,
um múrar eru høgir,
kann orðið opna hurð.

4. Eg tæna vil tær, Jesus,
tú, sum fyrst tænti mær!
Eg fylgja vil tær, Jesus,
beint her – og víða hvar!
Mítt verk er lítla tøkkin
for stóra offur títt,
tó ei eg eri rokkin
um allan heimin vítt!

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-