Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Gud hevur givið mær eitt heim

   E7        A      A/C#      D  Bm
1. Gud hevur givið mær eitt heim,
             A      E7            A     E7
har húskið alt eitt samfelag kann vera:
           A       A/C#    D  Bm
Foreldur, børn við øllum teim,
          A       E             E E7 A
sum liva har, tey felagsskapin gera.

2. Vit eru ein familja øll,
vit hoyra saman í Guds skapar'vilja,
vit verja um vár heimavøll,
at ikki stríð skal okkum sundur skilja.

3. Vit verja samanhaldið best
við orði Guds, tað hoyra, lesa, lýða
og hava fyrilit sum mest,
hvønn annan virða, Gudi stundir víga.

4. Takk fyri heimið, takk mín Gud,
og fyri øll, sum búleikast har inni,
við tí eg fekk so ríkan lut,
sum ongantíð kann fara mær úr minni.

            
Yrkjari: Johs. Mortensen




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-