1. Gud, eg tær prísi, tú klettur mín ert,
har kann so tryggur eg vera;
einki meg sakar, um altíð eg bert
alt vil í bøn til tín bera.
2. Tú ert tann klettur, sum stormurin ei
við sínum veldi kann skaka;
líti eg á teg, tá trygg er mín leið,
tá kann ei nakað meg saka.
3. Tú ert tann klettur, sum lívir mær væl,
styrkir og styðjar meg veika;
byggi eg á teg, tá standa tað skal,
hús mítt, um ódnirnar leika.
4. Tú ert tann klettur, sum verjir øll tey,
sum vilja vard av tær verða.
Tú ert tann klettur, sum altíð úr neyð
bjargað vilt burt okkum bera.
5. Signaði klettur, sum lítast kann á,
tær vilja takk vit frambera,
heiður og prís tú um ævir skalt fá',
lovaður hátt skalt tú vera.
Yrkjari: Hans M. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir