G D D7 C G
1. Gud í náði vil ei lata
D G
syndarar til dóm og deyð’,
G D D7 C G
veitir hjálp og troyst til bata,
D G
tá tú ert í sálarneyð.
Em C G
Lat ei nakað í tær pína,
Em C Em Am D
bið til Gud, tá sorgir dvína.
G Em Am Em
Nem tær Orðið, sælu tína:
C D7 G
Gud ei vil tær dóm og deyð’!
G Em Am Em
Nem tær Orðið, sælu tína:
C G D7 G
Gud ei vil tær dóm og deyð’!
2. Eftir tær hann søkti leingi,
tú, hans lamb, nú funnin er,
tóni øll í gleðistreingi,
leiðin nú mót himni ber!
Syng: Vælkomin higar aftur!
Óttast ikki, ver tú fattur,
:/: Hann tær veri lívsins skattur,
lekir sár á tíni ferð. :/:
3. Frøði fyllir himnaskarar,
um hvønn ein, sum friðin fær.
Einglar sendir her til jarðar,
misskunn Guds til síni sær,
salvar hjartað, sum enn bløðir,
náðiandin gjøgnumgløðir,
:/: ivi, mistreysti útfløðir,
sælur tann, sum boygdur varð. :/:
Nótaark: https://trubodin.fo/wp-content/uploads/2024/02/Gud-i-nadi-vil-ei-lata.pdf
Yrkjari: M B Landstad / Bradbury
Umsett: Hjørleif Poulsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir