1. Gev tú mær ein drykk úr lívsins keldu
Harri Jesus, mikil tostin er.
Sagt tú hevur, flóðin skuldi vella
til ta sál, sum trýr tær, Harri, her.
2. Tala enn, sum fyrr við Sikarbrunnin
lívsins undurfulla frelsuorð;
takk, at eg av tær nú eri funnin,
og til mín tú reiddi náðarborð.
3. Lat í halga orðinum meg skoða
teg, Guds lamb, og tína krossarmynd,
anda tín lat mínum lívi ráða
og umbroyt tú, Jesus, alt mítt sinn.
4. Takk, at navn mítt er í himli skrivað,
og at fólki tínum tú ert við.
Takk for vón, sum tú mær hevur givið,
um tín himmal, ævigt lív og frið.
Yrkjari: Svenskur
Umsett: Hans J. Ellingsgaard
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir