D7 G D G
1. Gakk varliga sál, og tú ansa tær væl,
C Em A7 D7
tí illgongd er rásin, tað er ikki spæl
C F# Bm Em
ta gøtu at ganga tey eru so fá,
E7 C A7/C# G/D D B
sum finna ta røttu, ið førir á mál,
E7 C A7/C# G/D D G
sum finna ta røttu, ið førir á mál.
2. Kom, leita til Jesus, tú fátæka sál,
søk Guds ríki fyrst, lat tað vera títt mál,
tí hvat skal hjá Gudi tú verja teg við,
:/: um tú ert í syndini farin á glið. :/:
3. Lat reinan teg tváa í Frelsarans blóð',
hann leiðir teg dagliga í síni slóð,
ta tyngjandi vantrúgv og synd av tær set,
:/: tá Jesus skal leiða á mál tíni fet. :/:
4. Í lýdni og trúgv gakk í Frelsarans spor,
hann veitir tær styrki í trúgv á sítt orð.
Hann sál tína yndisligt bendir til sín
:/: tá verður tú fegin, tá sælan er tín. :/:
Yrkjari: Olaf Rasmussen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir