D D#dim Em A7 G D
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
F#m7 Bm B7 Em
allir ljósir einglar fylja tær.
A D A7 G D#dim Em
Harrin, hann eg vinur tín tann besti,
A A7 D
hansar eyga allar vandar sær.
Hýs í hjarta tín bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
Mangt í heiminum er vont at kenna,
alt tað besta heldist fyri spot;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjartað reint og gott.
Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og amr.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.
Kemur tú framvið, hvar klokkur ringja,
steðga tá og bið títt Faðir vár,
- tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
Um tú snávar, miss ei fótafestið,
- minst bert til, at gud er altíð nær.
Gakk tí tryggur fram við góður treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Yrkjari: Hans A. Djurhuus
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir