D G A/C# D Bm G F#
1. Fyri Jesus liva lívið, einki betri lív er til;
Bm A/C# F#m B Em Bm E/C# A
tínum besta vini gev tú hjartans heita kærleiksyl!
D D/F# G D A/C# D A7 D
Tínum besta vini gev tú hjartans heita kærleiksyl!
2. Liv for Jesus! Heimsins æra, lystur, leikur, glitur við
kann í sál ei frið tær geva, sum ein stund við Jesu lið.
3. Liv for Jesus! Savna sálir runt um krossins merkisstong
skjótt, tí, tá ið náttin kemur, mást tú steðga tíni gongd!
4. Túsund, túsund dýrar sálir fjakka vilt í mjørkaverð,
sig teim bert eitt orð um Jesus, meðan tíð til tess enn er!
5. Sig bert, hvat tú hevur funnið, sig teim, hvat tú sjálvur sá,
um hans náði uttan líka, kærleikan til øll tey smá!
6. Liv for Jesus! Lat hann eiga lívsins vár, tí tað er best,
og títt levnaðs búnað' summar og tín aldurs bleika heyst!
7. Gev teg heilt, tí so hann vil tað; heilt hann gav seg fyri teg,
tá hann eymur og vanvirdur gekk her niðri krossins veg!
8. Gev teg heilt! Og vunnið verður lívið her á foldum tá.
Liv for Jesus! Og tá verður ævigt títt halleluja.
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Andreas Joensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir