Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Frá tí krossfesta frelsara (nr. 360)

C        Dm    C/E  F
Frá tí krossfesta frelsara
      C/G     G       C
ljós fellur bjart meg á;
    C      Dm    C/E      F
nú kann eg mínar syndir sjá, 
     C/G    G      C
har glitur fyrr eg sá.
   Am       F      C
O, tú, sum ránsmanni gavst frið,
    Am    D7      G    G7
gev mær í tínum blóði grið.
     F   G    Am
Gud fyrigevur mær!
     F   Fm     C
Gud fyrigevur mær!

2. Mín synd so høg sum fjallið stóð 
og forðaði mær veg,
í Jesu Kristi dýra blóð’ 
tó frelsu átti eg.
Gud hevur tikið alla synd 
og kastað aftan frelsugrind.
:,: Gud fyrigevur mær! :,:

3. Mín synd varð søkt í djúpa hav;
o, náðiríka orð.
Gud øllum syndarum har gav 
eitt syndaoffurborð.
Og syndina so fjalir hann, 
at aldri meir hon vinna kann.
:,: Gud fyrigevur mær! :,:

4. Tað ónda mær í barmi lá 
og píndi mína sál,
tað Jesus tók mær burtur frá 
og leiðir meg á mál.
Sum vestur er frá eystri statt,
hann hevur syndir av mær lætt.
:,:Gud fyrigevur mær! :,:

            
Yrkjari: Kämpe Gleerup
Umsett: Heri Tróndheim



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-