B Eb F B
1. Frø teg nú, hvør sál á jørð: Gud ger væl!
Eb F B
Lívið í Guds góðsku grør, Gud ger væl!
F B C7 F B
Fleiri, enn vit síggja her, góðar gávur hann oss ber,
B7 Eb F B
verdur alla tøkk hann er, Gud ger væl!
G Cm Eb F B
Gud ger væl, Gud ger væl!
Gm Cm C7 B F B
Syngið við í hesum sangi: Gud ger væl!
2. Hoyrið fuglin syngja so: Gud ger væl!
Blómurnar tær bera boð: Gud ger væl!
Havaldan á síni slóð, keldan tutlar kát og fró,
alt her syngur sama ljóð: Gud ger væl!
3. Eru vit í trongdum stødd, Gud ger væl!
Við hans hjarta er so flótt, Gud ger væl!
Í hans hondum trygdin er, gjøgnum neyðir hann meg ber,
og tí syngi eg nú her: Gud ger væl!
4. Móti mær órættvísa Gud ger væl!
Mót tí mest óverduga Gud ger væl!
Langt, sum himnahválvið fer, náðin stór í Krist er
kom! Hann miskunn tær nú ber, Gud ger væl!
Yrkjari: Howard Kingburg
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir