Am Am/G D9/F# F6
Elskað, áðrenn tíð var til,
C/E F
skaparin meg valdi,
C/G F/A
frelsarin meg fjaldi.
Am Am/G D9/F# F6
Hann er mín, eg eri hans,
C/E F G C
keypt og ævigt virðismett.
Tá meg syndin dálka vil,
hann meg til sín dregur,
reinsar, fyrigevur.
Hjálpir mær og reisir meg,
ger meg sterkari enn fyrr.
G G/F C/E F
Og við hvørji gávu mær er givin,
C/G G
vil eg syngja frelsusong,
G G/F C/E F
Ja, við alheimskóri skal eg syngja
C/G Bm7b5 E7
honum eina lov og prís.
Satans bann og lygnir hans
burtur eru goymdar
og í Kristi gloymdar.
Signingar, sum hann mær vann
flóta inn í mína sál.
G G/F C/E F
Og við hvørji gávu mær er givin,
C/G G
vil eg syngja frelsusong,
G G/F C/E F
Ja, við alheimskóri skal eg syngja
C/G Gsus G
honum eina lov og prís.
C/E F C/G F/A
Dýrdin, heiðurin og æran verði
C Gm7 C F
Lambinum á trónuni,
Dm7 C/E F D/F# G
Halleluja, teg eg hevji hátt!
C/E F C/G F/A
Dýrdin, heiðurin og æran verði
C Gm7 C F
Lambinum á trónuni.
Dm7 C/E F D/F# G G/F C/E F
Halleluja, eg við hvørji gávu, tú mær gav, tær prísi,
C/G G
og vil syngja frelsusong.
G G/F C/E F
Ja, við alheimskóri skal eg syngja
C/G Bm7b5 E7
honum eina lov og prís.
Fána stjørnur, falla fjøll,
Kristus ævigt ræður,
kærleiksfulli maður.
Jørð og himmal, boyggið knø,
syngið saman frelsusong!
Yrkjari: Stuart Townend & Andrew Small
Umsett: Jógvan Zachariassen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir