Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Frelsu fann eg

    C                  F     C   Am   G         C
1. Frelsu fann eg í Jesu blóð', æran er Guds aleina.
              F    C     D7              Gsus G
Náði vellur í yvirflóð, frelstur fyri at tæna.
  Dm7      G7/B       C          C/E     F        C/G G
Tann, sum ringast í heimi var, Gud sum vitni sær valdi;
  C               Am     F     C      F            G7 C
frelstur fyri at siga tær, teg sum barn sítt hann taldi.

2. Frelsu fann eg at syngja um lívið, Jesus mær gevur,
eins og ljósið í myrkrinum lívsins dýrdleika hevur.
Frelstur eri, so Harri Krist lív mítt altíð skal eiga,
alla tíð skal hans Andi vist bera, styðja og leiða.

3. Um eg ei millum hetjur stóð, har ið sigrarnir vinnast;
Harrin øll síni veiku tó styrkir, so trúgv tey finnast.
Ein, sum so ofta fallin lá, má eg styðja og leiða,
biðja hann til sín Faðir gá, at hann siga kann eiga.

4. Skjótt mín tænasta enda fær, tíðin kvikliga skunda.
Millum einglarnar heima har, Harrin stevnir til fundar.
Eg tí seti sum mið og mál her at syngja hitt væna
gleðiboð inn í hvørja sál: Frelstur fyri at tæna!

            
Yrkjari: Sigvard Engeset
Umsett: Heri Tróndheim



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-