Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Frelstur í Jesu ørmum (nr 485)

    E
1. »Frelstur í Jesu ørmum,
                 B
tryggur við Jesu lið, 
E
undir hans náðiveingjum,
A            E   B  E
finnur hvørt hjarta frið!«
B
Hetta er einglarøddin,
F#               B
mær hesa heilsan ber
                   E
frá hinum frelsta skara,
F#               B  B7
sum í Guds himli er.

 2. Frelstur í Jesus ørmum,
frelstur frá synd og sorg,
frelstur úr Sátans snerrum,
frelstur í himlaborg!
Ivi ei har kann saka,
ótti ei níva skal!
Tí vil á fold eg stríða,
hvíldin mær verður sæl!

 3. Jesus, mítt skjól, mítt tilhald,
tú doyði fyri meg,
tú ert mín frelsuklettur,
trygt byggi eg á teg!
Hjálp tú mær djarvt at stríða
lýðin her tíni ond,
til eg skal síggja ljósið
lýsa á himlastrond!

            
Yrkjari: Fanny Crosby
Umsett: Johs. Andr. Næs.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-