Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Far í Harrans víngarð

C  F/C C/G G7  C  C/E   F      G7      C
Far í Harrans víngarð, finn í brøðralag
   G       D  D7    G         D      G
pláss við teim, ið tæna Harranum í dag;
 F     G      C C7 F      F/A     C
vitna um, at Jesus loysir syndabond,
F Dm C/E F Gsus Am7 D D7 G  G7   C
teg og tína gávu legg í Harrans hond.

Vís at Jesus gongur undir heimsins neyð,
sig, hann leitar upp hvønn burturvilstan seyð;
elska sum hann elskar, eymur ver sum hann,
Jesus sum sítt amboð teg væl brúka kann.

Tú, sum trýrt á Jesus, skjótur ver og far
í hans stóra víngarð, tak upp starvið har,
ongan dag lat fara uttan verk og bøn,
so skal sælan verða tær ein náðiløn!

            
Yrkjari: FR. Engelke / Johs. Mortensen
Umsett: Ámund Berthelsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-