1. Fagur himin er at sjá,
stjørnuglógvan, luftin blá,
stjørnur glampa, stjørnur bleiktra,
blídliga tær okkum veittra
:,: upp til himmals foldum frá. :,:
2. Stjørnulýsið jólanátt
skein sum vant á himni hátt,
alt í einum var at skoða
stjørna blonk á himnaboga
:,: sum ein lítil stjørnusól. :,:
3. Tá ein stjørna blonk og blíð
kom til sjóndar náttartíð,
søgnin var, at kongur ríkur,
ongum øðrum kongum líkur,
:,: skuldi føðast her á fold. :,:
4. Eystan fóru vísmenn, tá
henda stjørna var at sjá,
merkiskong teir vildu finna,
honum allar sømdir vinna,
:,: sum her borin var í heim. :,:
5. Komu teir til Dávids bý,
sum teir hittu kongin í,
eingin kongaborg at finna,
lítil smátta, fátæk kvinna
:,: ruraði sítt barn í blund. :,:
6. Stjørnan leiddi vísmenn fyrst,
so teir funnu Jesus Krist;
okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
:,: so vit finna Jesus Krist. :,:
7. Gøtan liggur ljós og bein,
tí vár stjørna, bjørt og rein,
er Guds sannleiks orðið ríka,
sum man aldri, aldri svíkja,
:,: lýsir heim í faðirs høll. :,:
Yrkjari: Nikolaj F. S. Grundtvig 1810
Umsett: Jacob Dahl
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir