E A E
1. Eymt og í kærleika Jesus enn kallar
E F#7 B B7
vinur, hann kallar á teg!
E E7 A E
Stendur við dyrnar enn tolin og bíðar
C#m E/B B7 E
vinur, hann frelsa vil teg!
B7 E
Kom heim, kom heim,
F#7 B B7
tú, sum ert troyttur, kom heim!
E A E
Álvarsamt, eymliga Jesus enn kallar,
C#m A E/B B E
kallar teg, vinur, kom heim!
2. Hví vilt tú drála, tó Jesus vil biðja?
Vinur, hann biður jú teg!
Hví koyra frá tær ta náði, hann býður,
náði og frið fyri teg?
3. Tíðin, hon rennur, og stundirnar fara,
skjótt er ei tíð fyri teg.
Skuggarnir leingjast, og deyðsongin kemur,
Gud skal brátt kalla á teg.
4. Undurfult, stórt er tað lyftið, hann lovar.
Vinur, tað er fyri teg!
Syndarar skal hann úr bondunum loysa,
frelsa og loysa júst teg.
Yrkjari: William L. Thompson
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir