1. Nøkur eru sum ei kunnu hoyra.
Hvørki fuglanna song ella vindsins sús,
men tey tó, kunnu flenna
og gráta og merkja júst so sum eg.
  Eyga, oyra, fótur verða eg vil,
  hjá teimum, sum hjálp treingja til.
  Eyga, oyra, fótur verða eg vil,
  hjá teimum, sum hjálpa treingja til.
2. Nøkur eru sum ei kunnu síggja.
Hvørki blómurnar lit ella sólsins skyn,
men tey tó, kunnu flenna
og gráta og merkja júst so sum eg.
 
3. Nøkur eru sum ei kunnu ganga.
Hvørki ganga á tá ella sparka ein bólt,
men tey tó, kunnu flenna
og gráta og merkja júst so sum eg.
  
            
            
                
                Yrkjari: Ókendur
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir