Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Er tað satt, at Jesus er mín bróðir (nr 431)

Nr: 431

            G                    D
1. Er tað satt, at Jesus er mín bróðir,
                           G
er tað satt, at arvurin er mín?
       C                G
Tá um faðirheim eg eri fróur,
      D                       G
og at hann meg nevnir bróður sín.

2. Jesus, bróðir mín, o, mikla undur,
størsta náði, nøkur sál kann fá';
vil enn ivin slíta hetta sundur,
tó í trúgv hans orð eg byggi á.

3. Um eg ei kann trúgva, sum eg eigi,
hóast tað er málið líka rætt;
og úr iva orð hans nú meg leiði,
tí mín Jesus talar altíð satt.

4. Orð hans er: mín faðir – tykkar' faðir,
og tað er: mín Gud og tykkar' Gud!
Í tað orðið hjarta mítt seg klæðir;
eg vil fegnast um tann góða lut.

5. Hesin bróðurskapur, hann mær letur,
størri er enn alt, ið nevnast kann,
tí við Jesu síðu hann meg setur,
gevur rætt til sama arv sum hann!

            
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-