Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eitt pass eg havi fingið

        F            B/F         F                 C
Eitt pass eg havi fingið tann dag, eg doyptur varð,
    F      F/A  B          Gm7              C
og at tað hevur gildi, Guds Andi váttar mær.
  Am7            D7      Gm7           C7
Í passinum eg síggi, at heima í Guds ríki 
     F     Gm7    Am7 D7   Gm7   C9      F
mín borgarskapur er, mín borgarskapur er.

Tá verøldin er at enda, og passið sýnast skal,
tá heim eg mær man venda, á ferð tað nýtist væl.
:/: har Harrin sjálvur er. :/:

Hvønn  dagin her eg livi, meg passið minnir á,
at mær tað ei varð givið, so einans eg skal fá',
men eg, sum alt man eiga, kann øðrum vegin greiða
:/: til Himins ríka land. :/:

Ja, passið er eitt høvi at geva øðrum av
tí stóra ríkidømi, sum Guð mær sjálvur gav,
so løgið tað kann ljóða, tess meira eg man bjóða,
:/: Tess meir mær er í lut. :/:

Tann dag, mítt lív er lokið, eg Jesus síggja skal,
sum skuld mær hevur strokið, frá ótta fríað væl.
Á hann vil passið vísa, og eg skal honum prísa,
:/: - tá heima eri eg! :/:

            
Yrkjari: Sprint (C. Poulsen) / Hilmar Jan Hansen
Umsett: Hans Holm



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-