1. Eitt ljós verður tendrað í erva,
nú lýsir í myrkrið tað inn,
tað skínur barn Jesus í eyga
og kyssir tí rósur á kinn.
-
:,: Hosianna :,: barn Jesus!
2. Ein sálmur nú tónar í himli,
og einglarnir bera hann út,
hann boðar smábørnum gleði
og menniskjum frið fyri sút.
-
:,: Hosianna :,: barn Jesus!
3. Tað stendur eitt træ í Guds garði,
inn dansa nú børnini smá,
nú fegnast hin einglanna skari,
milt brosar Guds andlit har á.
-
:,: Hosianna :,: barn Jesus!
Yrkjari: Leopold Budde
Umsett: Emil Joensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir