G             C/G G D7                   Bm/D D
Eitt gott Guds orð er umvending, so ei vit mala runt
    G       C       C/A G/D Bm/D D B7               Em
í  ring og bert várt egna dyrka.   Umvending er at skifta
         D7         C/G   G             C/G  G    D7 G
sinn og taka Gud í brósti inn, tað náði Guds vil virka.
Umvendingin ein gáva er, um gleðiboðið við sær ber,
og sum Guds Andi virkar. Tá orðið verður boðað satt,
og hjartað hoyrir orðið rætt, tá ljósna løtur myrkar.
Við umvending gav Gud eitt orð, sum bjóðar til hans náðiboð,
har alla synd at játta. Tá fyrigevur hann so vist,
sum trúgvin vendir sær til Krist, tað náðiorðið váttar.
Í umvending eg liva má, um eg til ríki Guds skal ná
og náði Guds móttaka, tá fyrigeving sleppur inn
at loysa synda tyngda sinn, so einki kann ásaka.
            
            
                
                Yrkjari: Johs. Mortensen
                                Umsett: Hilmar Jan Hansen
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir