E
Eitt ævigt ríkidømi, hvíld
A E
og frið hin ungi fær,
sum leingist eftir frelsu
F# B
og til Harran vendir sær,
E
um Jesus bara vinna kann
A E
hitt unga hjartað fult,
C#m
og hann fær alt at vita,
A B E B
so at einki verður dult.
E
Gleði, ungdómsgleði
A E
býður Harrin her,
og skarin kring um krossin tí
F# B
sum døgg á morgni er.
E
Eg boyggi knø og syngi,
A E
tí mær frelsan fall í lut:
E C#m
Hin vakrasta sjón, eg síggja kann,
A B E
er tey ungu í bøn til Gud.
2. Øll ungdómsgleði, stór og rík,
frá honum koma má,
Guds orð við síni dýrdarkraft
vit ungu líta á,
og tá vit skoða kærleik hans,
vit syngja mugu glað:
»Vit stevna til hitt lívsins land,
til Sions ljósa stað!«
3. Lat onnur siga, hvat tey vilja,
ei tað sakar meg,
mín leið hon ber til lívsins land,
har hvílu fái eg,
og styrki gevur Gud mær til
at vinna stríðið her,
so spotti hvør, ið spotta vil,
mín Gud mín frelsa er.
4. »Man hatta vera lukka?«
nú tú ungi spyrja kanst,
o, kom tú bert til Jesus,
og so vist tú royna manst,
at hann kann fullvæl frelsa teg,
at hann kann greiða alt;
ta stund, tú boyggir knø í bøn,
tú fríur verða skalt.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir