Sangir og akkordir

821 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ein neyð á hjarta liggur (Facing a task unfinished)

Intro:
D D Bm G

        D
1. Ein neyð á hjarta liggur,
    G A       D
óendalig hon er,
    D/F#        G
og sama hvar tú hyggur,
    Em      D6   Asus A
úr eygsjón ikki fer.
   D        G/D D
Í lítillæti leita
    Bm          Em
vit um ta víðu verð,
      D             G
tann boðskap vilja veita,
    Em    A      D
at mikil Guð tú er.

     A    G     D
Vit senda út í verð
      A     G    D
Guðs ríkis trúarher,
    G      A    F#m    Bm
tí eingin aðra frelsu fann
     Em    A     D
enn hana, Jesus vann. 
 
2. So nógvir heimsins harrar
tær stríðast hart ímót,
og nokta mangar varrar,
at tú ert sálarbót.
Tí uttan nakran ugga
og kærleiksorð so góð
í deyðans dimma skugga
mong sál í dýpi vóð.
  
3. Nú fram á leið vit bera
tað ljós, tú okkum gav,
sum fedrar kunnugt gera,
at Jesus grøv steig av.
Tað kall, vit hava fingið,
tey boð vit bera fró,
um heimin hava gingið
og lívgað hjørtu móð.
  
4. Kom, Faðir, okkum styðja,
kveik, Andi, eld í sál,
teg, Frelsari, vit biðja:
Leið okkum fram á mál!
Gev dirvi til at bera
tey gleðiboð so vítt,
ið sálir fríar gera
og hevja navnið títt.

            
Yrkjari: Frank Houghton, 1830 | Keith Getty, Kristyn Getty, Ed Cash & Fionan De Barra 2015
Umsett: Hilmar Jan Hansen, 2023



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-