Sangir og akkordir

833 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ei størri undur verðin sá (nr 121)

1. Ei størri undur verðin sá
enn barnið, sum í krubbu lá,
tá himin s halga einglalið
her lýsti foldina í frið.

2. Ei størri gleði maður fekk
enn hann, sum heim úr haga gekk
og her í stalsins lágu lon
í reivi sá Guds einkarson.

3. Tá varð tað størsta undur gjørt,
tá lýsti stjørnufjøldin bjørt,
tá birtist í tað dýra lag,
sum ber úr nátt í bjartan dag.

4. Tann djúpa trongd, í okkum er,
fær hvíldarstað og sóma her.
Eitt lítið barn í dag er føtt,
og okkum tyngsta mein er grøtt.

5. Tað ljósið, sum úr erva sá,
tær kongur borin er í dag,
meir gogvandi hans krúna er
enn ljós, sum gjøgnum rúmdir fer.

6. O, menniskja, tú hugi tað,
tær kongur borin er í dag,
meir glógvandi hans krúna er
enn ljós, sum gjøgnum rúmdir fer.

7. Tí ringja klokkur jólaljóð,
tí gleðir seg hvør kristin tjóð,
tí lýsir yvir heimin frið
Guds ríka, reina einglalið.

            
Yrkjari: Hans A. Djurhuss




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-