1. Ei mást tú syrgja, nú landið tað frøist 
sveipað í summarsins fagrasta skrúð.
Tá Gud her prýðir so dýrdfagurt himin,
hvat man tá prýða hans ævigu bú?
2. Ei mást tú kúra, nú fuglarnir syngja,
ei mást tú stúra for dagliga breyð';
faðirin føðir hvønn fugl undir himli,
hann vil ei svíkja í menniskjans neyð.
3. Ei mást tú stúra, nú blómurnar brosa,
veittra og teska: Sjá búna mín, sjá!
Faðirin klæðir so yndisligt bøin,
skulu vit tá ikki klæðini fá.
4. Lat okkum gleðast, tí sólin hon skínur 
geislar sítt ljós yvir land víða hvar.
Og tá ið luftin, hon sortnar av skýggjum,
lat okkum minnast, at sólin er har.
5. Lat oss í trúgv móti himlinum skoða
upp til vár faðir, um vónin er veik.
ótaldar ættir hans navn hava prísað,
tí at tær sóu, at aldri hann sveik.
            
            
                
                Yrkjari: Borghild Mattras
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir